Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Rúsdrekkasøla Landsins virkar eftir greiðum málum við støði à rúsdrekkalógini. Málið er bæði at virka fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt og at tálma nýtsluni samsvarandi ynskinum hjá almenna eigaranum.
Slagorð
Rúsdrekkasøla Landsins - dygd og ábyrgd
Missión
Endamálið hjá Rúsdrekkasøluni er at flyta inn og selja rúsdrekka à Føroyum ábyrgdarfult við denti løgdum á dygd à tænastu og úrvali.
Visión
1. Við ráðgeving, upplýsing, tálmandi tiltøkum og átøkum at minka um rúsdrekkanýtslu og fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu
2. At reka og menna stovnin á vinnuligum grundarlagi uttan at økja um rúsdrekkanýtsluna à samfelagnum
3. At veita somikið góða tænastu, at viðskiftafólk og samfelagið sum heild ikki hava tørv á at broyta støðuna við einkarsølu
4. At veita viðskiftafólki holla ráðgeving um vørudygd og góðsku
5. At virka og verða sæddur sum ein nýmótans stovnur og ein nútÃmans serhandil við dugnaligum starvsfólkum og leiðslu
6. At vera eitt stimbrandi arbeiðspláss, sum leggur dent á trivnað og førleikamenning
Minka um nýtslu og fyribyrgja misnýtslu
Fremsta uppgávan hjá stovninum er á virknan hátt at menna eina góða drykkjumentan à samfelagnum. Sum einkarsøla sær stovnurin keðiligu avleiðingarnar av rúsdrekkamisnýtslu og er tilvitaður um sÃna samfelagsligu ábyrgd.
Vit arbeiða fyri at fyribyrgja misnýtslu og gera hetta við at ráðgeva og kunna viðskiftafólk, politisku skipanina, fjølmiðlarnar og almenningin um rúsdrekkaspurningar. Tálmandi tiltøkini fevna eisini um at gera frálærutilfar og at undirvÃsa.
Rúsdrekkasøla Landsins arbeiðir saman við øðrum stovnum um at fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu.
Vinnuligt grundarlag
Rúsdrekkasøla Landsins er landsfyritøka, ið virkar á vinnuligum grundarlagi. Hetta merkir, at stovnurin skal rekast professionelt og effektivt, virka á sunnum fÃggjarligum grundarlagi og leggja dent á vørumenning og tænastu.
Hetta mál skal røkkast soleiðis, at nøgdirnar av seldum rúsdrekka ikki økjast. à staðin skulu viðskiftafólkini eggjast til at velja dygd fram um nøgd. Uppliving og sansing skulu setast fram um rús og nøgd.
Eisini skal stovnurin rekast soleiðis, at alt tilfeingi og fæ stovnsins verður gagnnýtt til fulnar.
Skipanin við einkarsølu nøktandi
Lóggávan ásetir, at rúsdrekka skal seljast à einkarsølu. Lógin er ein natúrligur karmur um okkara virksemi. Okkara avbjóðing er undir hesum kørmum at menna fyritøkuna til ein nútÃmans serhandil við bestu tænastu.
Serligur dentur verður lagdur á førleikamenna starvsfókini, so tey altÃð hava neyðugu servitanina til at veita bestu ráðgevingina. Okkara sannføring er, at à eini væl mentari einkarsøluskipan fáa viðskiftafólkini bestu veitingina og tænastuna.
Ráðgeving um dygd
Við væl útbúnum starvsfólkum geva vit viðskiftafólkunum bestu kunning um úrval og dygd.
Hagtøl og kanningar vÃsa, at drykkjumentanin broytist soleiðis, at fólk alsamt oftari velja dygd fram um nøgd. Hetta er hent, sÃðan Rúsdrekkasøla Landsins kom, og hesa góðu gongd vilja vit skunda undir við góðari kunning á heimasÃðuni, à vøruskránni og á sølustøðunum kring landið.
NútÃmans serhandil við góðari leiðsluÂ
Rúsdrekkasøla Landsins skal à allar mátar vera ein nútÃmans stovnur. Hann skal hava somu eyðkenni sum dygdargóðir serhandlar, har kundarnir kenna seg væl, og dentur er lagdur á dygd og tænastu.
Fremstu ábyrgd at røkka hesum máli hevur leiðslan, ið skal førleikamenna starvsfólkini, samskifta og kunna politisku skipanina um virksemið hjá stovninum og skapa karmarnar um eitt so høgt tænastustig sum gjørligt.
Stimbrandi arbeiðspláss
Høgu málini hjá stovninum seta krøv til starvsfólkini og teirra førleikar. Førleikamenning er besta amboðið at hækka vitanar- og tænastustigið og samstundis besta amboðið til tess at geva starvsfólkum arbeiðsgleði og stoltleika à sÃnum yrki.
Trivnaður skal eisini tryggjast við at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum hølisligum og arbeiðsligum kørmum.
Â