Útflutningurin var 6,3 milliardir krónur og innflutningurin 5,9 milliardir krónur.
Í 2013 var hall á handilsjavnanum. Tað var 186 milliónir krónur. Orsøkin til avlopið í fjør er størri útflutningur og minni innflutningur.
Laksaútflutningurin hækkaði við hálvari milliard
Í fjør varð laksur útfluttur fyri tríggjar milliardir krónur, sum var hálv milliard meira enn í 2013.
Samanumtikið var útflutningurin 174 milliónir krónur størri í fjør enn í 2013, og innflutningurin minkaði 415 milliónir krónur.
Færri skip vórðu keypt til Føroya í fjør, og tí minkaði innflutningurin so nógv.
Hall í nógv ár
Seinastu tíggju árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og so í fjør.
Í 2007 var størsta handilsjavnahallið í søguni. Næstan hálv onnur milliard krónur, tí tað árið var útflutningurin so lítil.
Í 2012 var hallið eisini oman fyri eina milliard. Tá vóru innflutt skip og flogfør orsøkin til stóra hallið, sigur Hagstovan.
Fimm ferðir avlop í hesari øldini
Í hesari øldini hevur handilsjavnahall verið flestu árini, bara fimm ár hevur verið avlop.
Handilsjavnin er bara ein partur av viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin, sigur Hagstovan.
Les eisini
Sigurð Ó. Vang hevur sagt seg úr starvinum frá 1. juni 2015 fyri at taka við nýggjum avbjóðingum
Tíðindi
Tað vísir nýggj trivnaðarkanning millum limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, sum varð almannakunngjørd í gjár.
Tað er ikki sørt undarligt, heldur Joen Magnus Rasmussen, formaður í grein 19 nevndini, sum kannar EIK-grunnin.
Sigurð Ó. Vang, sum hevur sagt seg úr starvið, sum stjóra á Landssjúkrahúsinum, skal virka sum leiðari í mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu
Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.