Leif Láadal
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Tað var ein glaður Livar Nysted, sum kundi lata postin frá Guinness metbókini upp í gjár. Í brævbjálvanum lógu trý prógv fyri, at hann hevur trý heimsmet.
Livar Nysted og aðrir settu tvey heimsmet, tá teir róðu úr New York til Scilly Oyggjarnar í Stóra Bretlandi í juli 2010, og aftur í summar var Livar við til at seta fleiri heimsmet, tá ið róð varð tvørtur um Indiska havið.
Tey trý nýggju metini, sum koma afturat tí frá 2010, eru fyri at róð skjótast um Indiahav, fyri at hava róð saman við bara tveimum øðrum rógvarum sum tann fyrsti, og fyri at hava róð tvørtur um tvey høv sama ár.
Næsta grein: Súsanna: - Gleði meg at hitta aðrar KFS'arar