Um Setrið
Tann 1. august 2008 var ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin), løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.
Talan var tá um, at Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya varð sett í verk. Hendan varð aftur broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.
Stovnurin er í høvðusheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini, sum fyri fíggjarárið 2010 er áljóðandi 68.178 tkr. Í 2010 er nettoútreiðslujáttanin 30.101 tkr. til kjarnuvirksemið hjá Fróðskaparsetrinum. Harafturat er játtan til felagsøkið á Debesartrøð áljóðandi 1.267 tkr. – tað er húsavarðatænastu og KT-tænastu. Eisini verða játtaðar 100 tkr. til Setrið at stuðla útlendskum lesandi at koma til Føroyar at lesa og granska. Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur somuleiðis fingið tillutað eina játtan áljóðandi 1.305 tkr., Altjóða Skrivstovan áljóðandi 765 tkr, Føroya Læraraskúli áljóðandi 23.238 tkr. og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur fingið tillutað eina játtan áljóðandi 8.722 tkr.
Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði Ph.D. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, Forskningsstyrelsen, oljufeløgum o.s.f.